Fuglurin Oskar – søga og litbók

kr.119.00

Kennir tú Oskar?

Kanska tú ikki kennir Oskar, men eg vænti, at tú kennir onkran, sum líkist Oskari ella onkrum av teimum, sum tú hoyrir um í søguni um Oskar.

Hugsa tær, um tú dugdi at skilja fuglamál…. ella um tú dugdi at flúgva…. ella um….. ja, tað kundi verið so nógv, sum hevði verið stuttligt at duga.

Eg veit, at Oskar er øgiliga spentur at hitta teg. Hann hevur nógv at tosa við teg um og nógv at vísa tær. Hugna tær og minst til at flenna eitt sindur hvønn dag. Tað veit eg, at Oskar ger.

Vørulýsing

Bókin er ætlað børnum úr barnagarðsaldri til børn í grunddeildini í fólkaskúlanum. Hon er ætlað sum liti- og lesibók eins væl og skrivibók.

Um barnið brúkar barnaskrift ella veruligar bókstavir er ikki avgerandi. Tað týdningarmesta er, at barnið fær loyvi til at royna seg, og at barnið lærir at seta orð á bæði hendingar, fólk og umstøður.

Sostatt er bókin eisini ætlað sum samskiftisbók millum børn og vaksin.

Eg vóni, tit fáa nógvar góðar og hugnaligar løtur saman við fuglinum Oskari og øllum hinum, tit hitta á leiðini.