11.07.2021. Bóka framløga -Tey búsettust á Oyrarbakka
Bókaframløga á Torginum í skúlanum við Streymin 11. juli kl 16:00!
Øll hjartaliga vælkomin!
Eitt sindur um bókina:
Bókin er um fyrstu niðursetufólkini á Oyrarbakka. Søgan hjá hesi lítlu bygdini er livandi og
hendingarrík. Fólk komu ymsastaðni frá og kundu keypa sær eina trøð at velta og at byggja
sær hús á. Tað var høgligt og gott at búgva á Oyrarbakka, men lívið hevði tó sínar
avbjóðingar.
Í bókini siga avvarðandi millum annað frá, tá ið Nólsoyggin, Verdandi, Njarðlingur og ein
grindabátur við tveimum ungum dreingjum gingu burtur. Eisini raktu tuberklar fleiri
familjur og krígstíðin hevði sína ávirkan. Vit hoyra um sjólívið og tað megnar arbeiði, sum
kvinnurnar gjørdu, bæði úti og heima. Umframt hetta verður sagt frá arbeiði, vegagerð,
fyrstu bilunum og samferðslu á sjógvi og landi.
Hetta var eitt fólk, sum við áræði og treysti, frá at seta spakan í og velta upp úr nýggjum,
legði lunnar undir eitt gott og liviligt stað.